Pílarnir ganga enn niðureftir

Arbeiðsloysið í Suðuroy er framvegis tvær ferðir so høgt sum í restini av landinum

Í mars í ár vóru tað bara 1,2 prosent av føroyingum, sum gingu hendur í lumma. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

Í mars í fjør var arbeiðsloysið 2,4 prosent, so hóast tað var lágt í fjør, er tað aftur minkað niður í helvt hetta seinasta árið.

– Arbeiðsloysið hevur verið støðugt fallandi hesi seinastu átta árini, og tað fellur framvegis, sigur Hagstovan.

Í mars var var arbeiðsloysið eitt prosent hjá monnunum og 1,5 prosent hjá kvinnunum. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysi 2,2 prosent hjá monnum og 2,7 prosent hjá kvinnum.

Arbeiðsloysið hevur verið støðugt fallandi, bæði hjá monnum og kvinnum seinastu árini. Ofta hevur munurin ímillum kynini verður stórur við tað, at kvinnur hava verið nógv harðari raktar av arbeiðsloysi enn menninir hava verið. Men hesi seinastu trý árini er munurin ímillum kynini minkaður.

Hetta seinasta árið er arbeiðsloysið minkað kring alt landið. Arbeiðsloysið er lægst í Eysturoy, har tað bara er 0,6 prosent, ella tað er at kalla púra burtur.

 

##med2##

 

Hægsta arbeiðsloysið er í Suðuroy, har tað er trý prosent. Hesi seinastu árini hevur arbeiðsloysið í Suðuroy verið minst dupult so høgt sum í restini í landinum, og hóast tað er munandi minkað, er arbeiðsloysið í Suðuroy framvegis meiri enn dupult so høgt, sum í restini av landinum.