Tað segði Pál Weihe, yvirlækni, við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld.
Hann sigur, at løtuni vita tey ikki hvat tað er, sum fyrigongur í Havn. Men vónandi fáa vit greiðu á tí nokso skjótt, sigur hann.
– Tað er soleiðis, at vit í dag hava fingið nógvar tilburðir í Havn. Tað er lokaliserað í Havn, so tað er ikki ein landstrupulleiki, men ein Havnartrupulleiki. Vit halda, at vit hava skil á smittuketunum, men ikki heilt. So støðan í Havn er eitt lítið sindur ótrygg, og tí hava vit, sum búgva í Havn, eina serliga orsøk til at vera ansin, so sum tá vit fara inn í eina mannamúgvu, at vit brúka masku og halda øll tey tilmæli um frástøðu og reinføri.
Hann heldur, at nú ræður um at lata sosiala lívið liggja eina tíð.
– Vit eiga at skera veitslur og annað niður so nógv sum vit kunna, til vit vita, hvat hendir.
Í dag vórðu staðfestir 11 nýggir tilburðir av koronu.