Pál Joensen og 21 aðrir av bestu svimjarum í Europa skulu manna eitt serligt Europa-lið, sum skulu kappast í Duel in the Pool.
Kapping er millum Europa og USA, sum verður í Atlanta í USA tann 16. og 17. desember. Hetta er beint eftir EM í stutthyli, sum er í Polandi, og Pál Joensen og Jón Bjarnason fara beina leið frá EM og yvir til USA.
Duel in the Pool gongur fyri seg upp á tann mátan, at tveir svimjarar úr hvørjum heimsparti svimja ímóti hvørjum øðrum.
- At Pál Joensen er tikin út til hesa heilt serligu kapping, er enn eitt herðaklapp til vágbingin, sum er fjórðbestur í heiminum á 1500 metra teininum í frísvimjing, siga tey í Svimjisambandinum.
Teir, sum eru á vinnandi liðnum, fáa 250.000 krónur at býta ímillum sín, og fyri hvørja vunna kapping er vinningurin góðar 8.000 krónur. Somuleiðis eru 80.000 krónur at vinna hjá teimum, ið seta heimsmet.