Pál klárur at bjóða teimum vaksnu av

Michael Hinge, venjari hjá danska junior landsliðnum, er eins og svenski landsliðsvenjarin ovfarin av avrikunum hjá Pál Joensen í Beograd. Michael Hinge metir, at Pál Joensen við sínum tveimum gullheiðursmerkjum higartil í EJM er í heimsklassa.

 

- Og stigið at blanda seg millum teir fremstu, vaksnu svimjarar í heiminum er til at fáa eyga á, sigur Michael Hinge.

 

Sum ungdómslandsliðsvenjari hjá Danmark kennir Michael Hinge væl Pál Joensen, Kára á Høvdanum og Elspu Mørkøre, ið sum kunnugt í dag er í danska landsliðshitanum.

 

- Øll hesi trý hava eitt ótróliga stórt potentiali. Og øll trý høvdu verið ein natúrligur partur av okkara fyrireikingum til OL í 2012 og 2016, sigur Michael Hinge.

 

Rás2 hevur gjørt eina longri samrøðu við danska landsliðsvenjaran. Rás2 fer at senda beinleiðis frá EJM í Beograd seinnapartin. Vit byrja at senda klokkan 1600, og har verður eitt nú samrøðan við Michael Hinge at hoyra.