Pál Joensen er størsta ítróttarnavnið, ið Føroyar eigur og nú hevur hann eisini sína egnu heimasíðu, har tað ber til at fylgja honum. Pál Joensen skal í summar luttaka í OL í London, men tað er óvist um hann verður við til EM í Belgia í mei mánaði.
Svimjing.com skrivar at tað er René Thomsen, sum hevur snikkað heimasíðuna hjá Pál Joensen saman. Sum skilst er heimasíðan ikki fullfíggjað enn. Hon kann vitjast við at trýsta HER.
Heimasíðan skrivar eisini, at fleiri av teimum bestu donsku svimjarunum ikki fara at luttaka í EM, sum verður í Belgia í mei mánaði. Orsøkin er at tey fara helst á hæddarlegu í USA.
Tað er ikki greitt um Pál Joensen verður við ella ikki sambært greinini, ið danska blaðið Politiken skrivar.










