Pól Jóhannus royndarvenur í Svøríki

Føroyski landsliðsleikarin, Pól Jóhannus Justinussen, royndarvenur í løtuni í svenska felagnum Landskrona BoIS, sum í fjør endaði á einum 10. plássi í næstbestu deildini.

 

23 ára gamli Pól Jóhannus Justinussen, sum hevur fimm landsdystir á baki, spældi farna kappingarár við Valur Reykjavík í Íslandi.

 

Hann hevur fyri stuttum verið til royndarvenjingar í eitt nú AaB og Molde, men tað, ið eftir er av hesi vikuni, skal hann altso royndarvenja við Landskrona BoIS.