ÍSLAND: Toppdystur í íslendsku landskappingini hevur í kvøld verið í Reykjavík millum høvuðsstaðarfeløgini KR, sum er oddalið, og Valur, sum er næstfremst, og sum hevur tríggjar føroyingar á liðnum.
Úrslitið var 1-1. Bæði málini vórðu skorað síðstu lítlu løtuna. KR legði seg framum eftir hornaspark, tá ið tað restaðu tríggir minuttir og Valur gjørdi sjálvmál, og Valur javnaði, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin.
Málskjútti hjá Vali var Pól Jóhannus Justinussen. Vinstri vongverjin vísti enn eina ferð, at máltevinum einki bilar. Eftir frísparksinnlegg úr vinstru varð bólturin stútaður inn í málteigin, har Pól Jóhannus var á rætta stað í røttu løtu og úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið.
Jónas Þór Næs og Pól Jóhannus Justinussen vóru alla tíðina vongverjar, og Christian R. Mouritsen var fyrsta tíman á sentrala miðvøllinum hjá Vali.
Úrslitini í 11. umfari: Stjarnan-Breiðablik 3-2, Grindavík-ÍBV 2-0, FH-Fylkir 2-2 og KR-Valur 1-1. Mánakvøldið spæla Þór-Keflavík og Víkingur R-Fram..
Støðan: KR 24, Valur 23, ÍBV 19, Stjarnan 18, FH 16, Breiðablik og Fylkir 15, Keflavík 14, Grindavík 11, Þór 8, Víkingur R 7 og Fram 3. KR, ÍBV, Keflavík, Þór , Víkingur R og Fram hava spælt 10 dystir, og hini hava spælt 11 dystir.