Pál Joensen skal sum fyrsti føroyingur nakrantíð luttaka í summar-OL. Hetta gjørdist greitt, eftir at hann í kvøld svam undir OL-kravtíðina á 400m-teininum í Danish Open. Við tíðini 3,46.84 vann hann gull og svam 9/100 skjótari enn danska stjørnan, Mads Glæsner, sum tó longu frammanundan hevði tryggjað sær OL-luttøku á hesum teininum og megnaði at halda stabilitetskravið, sum danir kalla tað. Bronsuna vann enn ein føroyingur - nevniliga Frans Johannessen, sum er búsitandi í Esbjerg og svimur við West Swin Esbjerg.
Tíðin hjá Páli Joensen er hin 7. besta á teininum í øllum heiminum í ár, og merkir tað, at um tíðirnar halda sær, sleppur hann í OL-finaluna.
Havast skal í huga, at kappingin í dag var á 400m-teininum, og at Pál stendur seg enn sterkari á 1500m-teininum. Tann teinurin verður svomin sunnudagin. OL-kravtíðin er tá 15,25.00. Ein tíð, sum ikki skuldi verið nakar biti at glopið hjá Páli, og venjari hansara, Jón Bjarnason, sigur við Sosialin, at hann persónliga er mest spentur upp á um Pál megnar at svimja undir 15,00.00.
Í morgin skal Pál saman við donsku liðfeløgum sínum royna at svimja 4x200 frí stafettina við til OL.