Tað gekk væl hjá reiðarínum Thor í Hósvík í fjør. Roknskapur felagsins vísir eitt yvirskot upp á 22,5 milliónir krónur eftir skatt. Tað er góðar tríggjar milliónir meira, enn árið fyri, tá ársúrslitið var 18,4 milliónir krónur.
P/F Thor hevur fleiri góð ársúrslit at vísa á, tó at árið 2010 royndist illa, tí tá hevði felagið eitt hall upp á 54,5 milliónir krónur. Tá segði leiðslan, at tað var tí at raksturin í dóttirfeløgunum ikki hevði verið góðir og tí at fleiri trupulleikar vóru við Poseidon og Athenu, sum bæði hevði maskinskaða og varð rakt av eldsbruna.
Eginpeningur felagsins er nú slakar 75 milliónir krónur. Langfreistaða skuldin er 176 milliónir krónur. 232 fólk starvast hjá P/F Thor.
Eigarar í P/F Thor eru brøðurnir Hans Andrias Joensen og Gunnbjørn Joensen og Kume Shipping í Turks and Caicos Islands
Stjóri felagsins er Hans Andrias Joensen. Í nevndini sita Gunnbjørn Joensen, sum er nevndarformaður, Hans Andrias Joensen og Per Lund Gulklett, sum eru nevndarlimir.
Ognir og annað hjá felagnum er sambært Vinnuvitan.biz hesar:
| 25.09.2006 P/f (Strikað) | Oyri | Ogn | 25/09-2006 |
| BÁRAN | Strendur | Ogn | 15/11-2011 |
| Esvagt-Thor P/f | Hósvík | Ogn | - |
| Kelduvatn Sp/f | Sumba | Ogn | 31/12-2011 |
| O.C. Joensen P/f | Oyri | Ogn | 28/02-2007 |
| P/f Thor (deild uttanlands) | Hósvík | Ogn | - |
| PHOENIX | Hósvík | Ogn | 18/12-2012 |
| Ran Sp/f | Hósvík | Ogn | 31/12-2009 |
| Seismic Support P/f | Hósvík | Ogn | 13/11-2012 |
| SERMILIK II | Hósvík | Ogn | 18/12-2012 |
| SJÓSTJØRNAN | Saltangará | Ogn | 12/04-2012 |
| THOR | Hósvík | Ogn | 25/02-2011 |
| THOR ALPHA | Hósvík | Ogn | 19/12-2007 |
| THOR ASSISTER | Hósvík | Ogn | 02/10-2006 |
| THOR BEAMER | Hósvík | Ogn | - |
| Thor Fisheries P/f | Hósvík | Ogn | 18/12-2006 |
| THOR GOLIATH | Hósvík | Ogn | - |
| THOR GUARDIAN | Hanstholm | Ogn | - |
| THOR OMEGA | Hósvík | Ogn | - |
| THOR PIONEER | Kingstown | Ogn | - |
| THOR PROVIDER |
| Ogn | - |
| THOR SERVER |
| Ogn | - |
| THOR SUPPORTER | Kingstown | Ogn | - |
| TÓRSVÍK | Hósvík | Ogn | - |
| TÚGVUSTEINUR | Hósvík | Ogn | - |
| VESTURLAND | Hósvík | Ogn | - |
| MARS CHASER | Kingstown, St. Vincent | Útgerðarmaður á | - |
| NORTH STAR | Kingstown | Útgerðarmaður á | - |
| Faroe Seafood 2011 P/f í samanlegging | Tórshavn | Stovnari av | 02/12-2011 |
| Kelduvatn Sp/f | Sumba | Stovnari av | 05/12-2010 |
| Seismic Support P/f | Hósvík | Stovnari av | 13/11-2012 |
| TAN Sp/f | Hósvík | Stovnari av | 21/06-2012 |
| Thor Fisheries P/f | Hósvík | Stovnari av | 18/12-2006 |
| Thor Freyja Sp/f | Hósvík | Stovnari av | 30/06-2014 |
| Thor Frigg Sp/f | Hósvík | Stovnari av | 30/06-2014 |
| Thor Magni Sp/f | Hósvík | Stovnari av | 30/06-2014 |
| Thor Modi Sp/f | Hósvík | Stovnari av | 30/06-2014 |
| Tyr Shipping Management Sp/f | Tórshavn | Stovnari av | 25/01-2010 |
| Thor Chaser Sp/f (Samanlagt) | Hósvík | Samanlagt við | 15/11-2005 |
Roknskapurin hjá P/F Thor fyri 2013 kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER