Péche undir enn ein vetur við Pub Quiz

Fríggjakvøldið byrjar Pub Quiz í Péche í Saltangará. Tiltakið byrjar kl. 22.30 og eftir spurnakappingina verður livandi tónleikur frá Ronny og Rúna.

 

Sum vit skriva aðrastaðni á planet.fo, so er pubquiz eitt sera vælumtókt fyribrigdi í føroyska náttarlívinum. Einstakar barrir byrjaðu fyri nøkrum árum síðani at skipa fyri spurnakappingum millum vitjandi, og hetta gjørdist so vælumtókt, at kappingin gjørdist partur av náttartilboðum kring landið.

 

Nú fer Péche undir enn ein vetur við spurnakappingum, og fyrsta verður altso fríggjakvøldið.