Oyrarsund fyllir 40 ár

Studentagarðurin, sum hevur verið heimið hjá túsundtals føroyingum, fyllur í dag 40 ár.

 

Flestu føroyingar hava hoyrt um “Øresundskollegie”, og nógvir føroyingar hava eisini eina ørgrynnu av minnum hagani.

 

Eisini í dag búgva fleiri hundrað føroyingar á Oyrasundi, og 40 ára dagurin hjá studentagarðinum verður í dag hátíðarhildin.

 

Tiltøk hava verið síðani kl. 10 í morgun, tá ið dagurin byrjaði við morgunmati til allar íbúgvarar.

 

Síðani hevur stand-up skemt, barnatiltøk og tónleikur verið á skránni, og kvøldið endar við, at livandi tónleikur og DJ-show verður at hoyra.

 

Sum verða man taka stigtakarar eisini hædd fyri, at meginparturin av íbúgvunum eru føroyingar, og tí er eisini okkurt serligt til føroyingarnir á skránni.

 

Áhugaði kunnu leita sær á heimasíðuna hjá studentagarðinum oek.dk, og síggja skránna.