Oyrareingjahavn uttan virksemið

Atløgubryggjan á Oyrareingum kemur um stutta tíð, at liggja uttan virksemið. Økið kemur undir sjengenavtaluna og tí hevur tað havt stóran týdning fyri allan fluttning inn og út úr Føroyum. Seinastu nógvu árini hevur Samskip havt stórt virksemið her. Men um lítla stund er hetta søga og flytir felagið virksemið sítt inn í Eysturoynna. 

Tað sum kom fram í miðilinum, í hesi fráboðan fyrr í ár, um at veðrið darvaði arbeiðsviðurskiftinum, má hava verði ein misskiljing. Vit vit væl, at Norrøna kemur á Kollafjørð illveðursdagar tá ikki er leggjandi at í Havn. Eg veit ikki um at skip hjá Samskip nakrantíð hava ligið og bíða at koma at á Oyrareingum. So her hevur onkur misskiljing verði í. 

Hinvegin veit eg, at teir í langa tíð hava havt samskiftið við Tórshavnar kommunu, sum umsitur Tórshavnar Havn. Samskiftið hevur snúð seg um, at fáa somu umstøður á Oyrareingum sum kappingarneytin hevur á eystarubryggju. At vinnurekandi í Kollafirði og mitt í Havn fáa somu viðferð frá komununi. Eitt pakkhús hevur alla tíðina mangla á Oyrareingum. Hetta er ongin trupuleiki við á eystarubryggju hjá kommununi at gera. Eg havi skilt at hetta hevur havt nógvan týdning fyri avgerðina at flyta. 

Um økið kann brúkast til annað enn tað tað hevur seinastu árini, ella um tíðin bara er farin frá at samskip skal vikað á Oyrareingum er óvikomandi. Tað sum vit enn einaferð kunna staðfesta er, at økini í Kollafirði ikki hava røttu raðfestingar. Tað kann ikki góðtakast, at vit eru eftirbátar í mun til onnur støð í kommununi

Bergur Robert Dam Jensen

Valevnið á lista C til Tórshavnar Býráð