5-mannafør gentur: Ein bátslongd var á muni millum Hvassa og Beintu, sum var næstfyrst. Tað var dramatikkur, tað var spennandi, og tað var ikki frítt, at tað spruttaði frá onkrari ár, tá ið ungu og harvið óroyndu genturógvararnir komu inn ímóti málinum.
Hvassi av Oyri var fremstur alla tíðina, og Beinta úr Miðvági var alla tíðina í hølinum á Hvassa, uttan at tað eydnaðist at fáa fatur á Hvassa.
Á málinum vísti munurin seg at vera ein bátslongd.
Erla Kongsdóttir var alla tíðina á triðja plássi. Erla var eina hálva bátslongd aftanfyri Beintu og tvær bátslongdir frammanfyri Spógvan.
5 mannafør gentur
1 Hvassi 05:30.23
2 Beinta 05:33.04
3 Erla Kongsdóttir 05:35.14
4 Spógvin 05:41.14
5 Sílið 05:42.18
6 Drekin 05:47.24
7 Teistin 05:55.08
1 Hvassi 7
2 Beinta 6
3 Erla Kongsdóttir 5
4 Spógvin 4
5 Sílið 3
6 Drekin 2
7 Teistin 1