Oyggjasamfeløg sum fyrimynd

Fróði Magnussen, Havn:

? Hevði tað ikki verið rættari at skipað føroysku umsitingina eftir onkrum øðrum leisti, enn tí danska - hevði tað ikki verið rættari at brúkt okkurt annað lítið oyggjasamfelag sum fyrimynd, heldur enn stóra samfelagið Danmark?

? Jú, har eri eg púra samdur. Skulu føroyar gerast politiskt og búskaparliga sjálvstøðugar, so krevur tað eisini, at vit fara at byggja upp eina føroyska umsiting og eitt føroyskt lógarverk, so verður meira einfalt. Hatta er ein avgerandi partur á vegnum móti sjálvstýri.

Men greitt er, at hetta ikki hendir eftir einum degi, tað fara at ganga nógv ár, áðrenn vit hava klárað at bygt upp eina nýggja umsiting. Hetta er eisini ein spurningur um, hvat kommunurnar skulu kunna umsita. Tað verður eitt gott høvi at kjakast um hetta, tá kommunuálitið fyrsta dagin kemur fram.