Klokkan 16.30 byrjar oyggjaleikasetanin á Wikløf Holding Arena í Mariehamn á Álandi.
Rás2 byrjar at senda klokkan 16. Jógvan Arge, Hilmar Jan Hansen og Jákup Mørk vera hjástaddir til setanina. Talan verður um fyrstu ferð, at ein onnur rás enn Kringvarp Føroya fer at varpa út frá oyggjaleikum.
Rás2 fer eisini at varpa beinleiðis frá dystinum í vodafonedeildini millum AB og HB, sum verður spældur á Argjum. Tróndur Arge sigur frá dystinum millum AB og HB.