Tað eydnaðist ikki føroysku tennisspælarunum at koma víðari í liðkappingini, har tað í dag bleiv til tap fyri Menorca.
Pætur M. Dahl fekk tó givið Aitor Catchot góða mótstøðu, tí hóast settið endaði 0-2, so vóru settmunirnir 4-6 og 3-6.
Heldur verri gekst hjá Martini Nolsøe Simonsen ímóti Carlos Previ, sum vann 0-2, við settúrslitunum 1-6 og 2-6.
Dysturin var nú í roynd og veru avgjørdur, og teir av Menorca møttu ikki upp til tvímansleikin, so Føroyar stóðu at vinna tann dystin.
Menorca kom tí víðari við einum 1-2 sigri.
Í tvímansleiki hava Pætur M. Dahl og Jón Brekku tapt 0-2 fyri einum pari av Isle of Man, sum vann við settunum 3-6 og 2-6.