Stórt alment tiltak í SALT leygarkvøldið 26. august kl. 19.00.
Tann 9. juni brunnu framleiðslu bygningarnir hjá Varðanum Pelagic í grund. Nógv var lagt fyri at sløkkja eld, og sum eina tøkk til tilbúgvingina og gestablídni kring oynna bjóða Varðin Pelagic og SALT til alment Oyggjakvøld við tónleiki, brellbitum og einhvørjum leskandi, røðum, gávuhandan og øðrum á skránni.
Tónleikarar hava boðið sær til at spæla ókeypis.
- Oyggin stóð saman – nú hyggja vit frameftir, siga stigtakararnir.