Tríggjar av størstu orkufyritøkunum í Stórabretlandi eru komnar ásamt um at leggja kaðal úr Skotlandi til Onglands, ið skal veita orku til umleið 4,5 milliónir ensk húsarhald.
Tað skrivar The Guardian í dag.
Hildið verður, at avtalan kann gerðast ein týðandi partur í ætlanunum hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, at gera alla húsarhaldsorkunýtslu grøna innan 2030.
Í sjónum í Eysturskotlandi verða longu framleidd 1 gigawatt av vindorku, og roknað verður við, at nú næsta umfar av loyvum skulu lutast út, fer samlaða nøgdin av vindorku í skotskum sjógvi at vaksa upp í 10 gigawatt.
Tilsamans vil bretska stjórnin byggja út 40 gigawatt av vindorku næstu 10 árini, soleiðis at málið um at vera CO2 neutralur í 2050 kann røkkast.











