Ovurstórt eyga skolaði upp á land

Eitt ovurstórt eyga er skolað upp á land við Pompano Beach í amerikanska statinum Florida, og enn duga fólk ikki at siga, hvørjum djóri eygað stavar frá.

Professarin Heather Bracken-Grissom heldur kortini, at okkurt kundi bent á, at eygað er av einum høgguslokki av tí slagnum, sum heldur til á djúpum vatni, men tað kann eisini hugsast, at tað er av einum stórum svørðfiski.

Amerikanski professarin sigur, at eygað á einum djúpvatnshøgguslokki er til støddar sum ein fótbóltur, og at tað kann lættliga detta út.

Tað ovurstóra eygað liggur nú i formalini og bíðar eftir, at serfrøðingar hjá Florida Fish and Wildlife Research Institute skulu kanna tað.