Á felags kirkjuráðsfundi í kvøld innstillaðu kirkjuráðini gudfrøðingin Ova Brim til kallið sum sóknarprestur í Nes kirkjusókn og Gøtu kirkjusókn.
Tað er landsstýrismaðurin, ið útnevnir sóknarprestarnar.
- Sum tikið verður til í lógini um størv í fólkakirkjuni: “Tá ið biskupur hevur tikið støðu til tilráðingina frá kirkjuráðunum, ger hann landsstýrismanninum tilmæli og leggur tilráðingina frá kirkjuráðunum við.”
Tað skrivar bispur, Jógvan Fríðriksson, á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni í kvøld.
- Roknað verður við, at vit eru komin væl inn í jólamánaðin, áðrenn formlig viðurskifti eru avgreidd, leggur hann aftrat. |