Ove Ritter, seniorsersjantur, 25 ára starvadag:

Kendur motorsúkklumaður heiðraður í Mjørkadali

Mánadagin 2. februar var móttøka í Mjørkadali í sambandi við at Ove Ritter, seniorsersjantur, hevði 25 ára starvsdag. Ove hevur búð í Føroyum síðan 1982 og er kanska mest kendur fyri sín áhuga fyri motorsúkklum, serliga Harley Davidson

Ove er upprunaliga útbúgvin sum amboðssmiður. Nakað eftir at hann varð útlærdur, bleiv hann innkallaður til hertænastu.

Sína sersjantútbúgving hevur hann fingið innan danska herin, har hann byrjaði fyri 25 árum síðan. Hann var á Cypros í ST-tænastu, áðrenn hann kom til Føroyar í 1982 og bleiv settur sum leiðari av "Bevogtningstjenesten" á Flyvestation Tórshavn. Hann kom eisini at standa fyri eftirútbúgving av starvsfólkum á støðini.

Fyrst í 90-unum arbeiddi hann í trý ár á Flyvestation Værløse. Í hesum tiðarskeiði var hann eisini í Kuwait í ST- ørindum.

Í 1995 byrjaði hann aftur í Mjørkadali. Tó var hann, í 1997, eitt ár á "Eskadrille 500" í Vedbæk, og í 2002 var hann við í altjóða friðardeildini í Kirgisistan.

Ove Ritter er annars best kendur fyri sín stóra áhuga fyri motorsúkklum, serliga Harley Davidson, sum hann í dag selur og leigar út. Hann hevur eisini skipað fyri fleiri motorsúkklutúrum bæði í Føroyum og í grannalondum okkara.


Myndatekstur:

1.
Stjórin fyri Færøernes Kommando, J.T. Leisborch, kommandørur, handar her Ova Ritter diplom í sambandi við 25 ára starvsdagin

Mynd: Færøernes Kommando

2.