Ove Ritter fingið »Forsvarets Medalje«

Hósdagin í farnu viku var hátíðarhald á Flyvestation Værløse, har starvsfólk hjá flogvápninum fingu Forsvarets Medalje frá verjuovastanum, Hans Jesper Helsø, generali

Millum hesi fólk var eisini Ove Ritter, sum er dani, men sum býr í Havn saman við føroysku konu síni við familju.
Ove Ritter, sum er seniorsersjantur, fekk »Forsvarets Medalje« fyri innsats sín í Kirgisia, har hann hevur starvast sum vaktarliðsleiðari á ørðum av vaktarliðunum, nevnt Air Movement Control Element (AMCE). Har gingu teir støðugt í 12 tíma vakt í samstarvi við amerikanska flogvápnið og fronsku AMCE-deildina.
Danska flogvápnið setti í januar í ár til taks eitt C-130 flogfar og eina AMCE-støð. Uppgávan var at AMCE-støðin skuldi taka í móti og viðgera øll sløg av luftforsýningum til og frá støðunum í Kirgisia. Síðani skuldu flogfør hjá teimum níggu londunum, sum eru í hesum samstarvi, flúgva forsýningarnar til støðir í Afghanistan.
Heiðurin at fáa »Forsvarets Medalje« var stovnaður tann 27. november í 1991 og verður givin milliterum og sivilum persónum, sum hava gjørt ein serligan innsats fyri verjuna uttan fyri Kongaríkið Danmark.