Tað eru nógv fleiri arbeiðsóhapp í Føroyum enn í okkara grannalondum. Hetta er langt frá nóg gott. Arbeiðstrygdin SKAL vera í lagi, og tað skal ongantíð vera farligt at fara til arbeiðis.
Arbeiðstakarar við handaligum arbeiði meta seg í størri mun enn aðrir starvsbólkar at hava vánalig trygdarviðurskifti á arbeiðsplássinum. Munandi fleiri í hesum starvsbólki hava upplivað minst eitt arbeiðsóhapp.
Eisini frættist í Degi & Viku, at tað fyri føroyskar arbeiðsgevarar kostar minni í bót at bróta arbeiðsumhvørvislógina enn í øðrum londum, og at brot á lógina ikki hevur so stórar avleiðingar. Hetta kann møguliga gera, at arbeiðsóhapp ikki verða fyribyrgd nóg væl.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal vera sjónligari á arbeiðsplássum og byggiplássum. Tey eiga at fara á fleiri ófráboðaðar vitjanir á arbeiðsplássum.
Handfaringin av arbeiðsskaðamálum skal gerast betri.
Nógv fólk bíða ov leingi eftir endurgjaldi fyri arbeiðsskaðar.
Arbeiðsgevarin skal tryggja, at arbeiðsplássini eru trygg og heilsugóð.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal hava neyðugar umstøður til at gera teirra arbeiði.
Tí tað skal ikki vera farligt at fara til arbeiðis.
Kristianna Winther Poulsen, valevni til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin










