Fiskivinna
Miðvágur:
Tað er so nógvur fiskur komin upp á land, at virkini síggja seg ikki før fyri at taka í móti meira. Skipini fara tí uttanlands at avreiða.
Vesturtúgva liggur við bryggjuna í Miðvági við góðum hálvtannaðhundraðtúsund pundum inni. Grønanes er í Vestmanna við somu nøgd. Tilsamans hevur parið givið upp 330.000 pund hendan túrin. Upsi og toskur.
Teir høvdu ætlað at slepaa av við veiðuna í Føroyum, men so gjørdist ikki. Tað er so nógvur fiskur til, at eingin vil geva líkinda prís her heima. Góðar tvær krónur var alt, teir kundu fáa.
Tí varð gjørt av at royna aðrastaðni. Og endin gjørdist, at teir fara at landa í Sandgerði í Íslandi, har prísurin verður umleið hálvasjeyndu krónu.
Ætlanin er at fara avstað í kvøld, fríggjakvøld.










