Ov nógv Bra og ov lítið Ma

Tjóðpallurin haltaði aftanfyri í dag ? á meira enn ein hátt. Ikki einans var konsertin hjá Brama meira enn ein hálvan tíma forsinkað, sum er ein katastrofa í festivalhøpi, men frásøgumaðurin (ella ?mannligi lebbin?, sum hann í besta Ólavsøkukabaret stíli kallaði seg) Kjartan Hansen, kom við nøkrum so kiksaðum og óstuttligum viðmerkingum áðrenn Brama slapp á pall, at ein fekk bestan hugin bara at rýma. Tjóðpallurin er eitt gott høli, men vánaliga pallleiðslan hevur ikki gjørt eitt (nóg) gott arbeiði í dag.

 

Brama eru Brandur Jacobsen og Margreta á Rógvu (Bra-ma) við nøkrum kendum jazz tónleikarum aftrat sær. Fyrsti sangur var ein deilig ballada við einans sangi og gittara, sum fyri mítt viðkomandi skapti forvæntningar til eina orduliga góða konsert, har framúr góða røddin hjá Margretu slapp framat. Hetta gjørdist tíverri ikki so. Longu í næsta sangi gjørdu tónleikararnir, og teirra alt for longu, væl spældu, men í longdini óáhugaverdu, solospøl, Margretusa leiklut næstan púra óneyðugan. Kanska tað var skeivt av mær at vænta fyrst og fremst at hoyra Margretu við bólki, men eitt sindur av javnvág kann ikki vera so galið ? ella hvat? So óáhugavera, eg helt konsertina vera, so helt eg hana fyrst og fremst vera syrgiliga, tí tá ið Margreta slapp framat, varð øllum greitt, at hon hevði eina ótrúliga góða rødd, sum hon dugir væl at brúka. Hon var eisini til staðar á pallinum á ein feitan máta.

 

Kanska Margreta er ov nýggj og ótrygg til at siga til og varð intimiderað av góðu tónleikarunum, hon hevði aftrat sær. Í framtíðini haldi eg Margreta skal droppa ?Bra?-partin og gera sítt egna ting. Um tónleikararnir vilja spæla solo, so kann hon senda teir niðan á jam-session í Manhattan.

 

Arni Zachariassen