Kvinnulandsliðið í hondbólti ger klárt at fara til Grikkalands at spæla tveir HM-undankappingardystir ímóti Grikkalandi og Finnlandi. Farið verður til Danmarkar fyrst, har spældir verða tveir venjingardystir áðrenn farið verður víðari til Grikkalands.
Turið Arge og Kristianna Henneberg Joensen, landsliðsspælarar vitjaðu SportBoxina á Rás2 fyrrapartin til eitt prát um uppgávurnar, sum bíða føroyska kvinnulandsliðnum.
Turið Arge og Kristianna Henneberg Joensen meta, at finnar og grikkar hava tvey landslið, sum hava størri og sterkari spælarar. Men Turið Arge og Kristianna Henneberg Joensen meta, at føroyska kvinnurnar hava størri skjótleika, og tí kunnu føroysku kvinnurnar koppa dystirnar sín veg.
Turið Arge og Kristianna Henneberg Joensen harmast, at liðið er ov nógv rakt av avboðum. Tær halda, at tað er ergiligt, at tá regluligar avbjóðingar loksins er til føroyska kvinnulandsliðið, at alt ov nógvar ikki taka við avbjóðingini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Turið Arge og Kristianna Henneberg Joensen í SportBoxini á Rás2 fyrrapartin.