"Malarendar - Nólsoyarkonur lupu á bláman um páskirnar..."
Tað er heitið, sum keiputeknarin, Martin Tórgarð (yngri) hevur givið hesi tekning, sum hann hevur sent in.fo.
Martin Tórgarð, sum sjálvur hevur ættarbond í Nólsoy, teknaði skemttekningar fyri Dimmalætting í eini 14 ár.
- Eg haldi, at tað er alt ov lítið av skemti og satiru í føroysku miðlunum, sigur Martin, sum ikki kundi halda sær aftur við blíantinum, tá hann um páskirnar sá myndina, har nólsoyarkonur stóðu úti í kalda sjónum á Malarenda við hvør sínari páskalilju í hondini.
Sjálvur sigur Martin Tórgarð, at hann altíð hevur teknað, og áhugin fyri satiru og skemti hevur altíð verið.
- Tað melur konstant í høvdinum á mær, tá eg síggi góð hugskot til skemttekningar, sigur hann.