Ov langt, harra løgmaður

Mangur maður var bilsin, nú ein faldari frá Føroya Landsstýri datt inn á gólvið hjá øllum føroyskum húsarhaldum. Sagt verður, at hettar er ein kunningarfaldari, ið skal gera føroyingar betri fyri at taka støðu í fullveldismálinum. Um hettar er ein reaktión uppá, at veljarakanningar tykjast venda fullveldinum bakið, sigur faldarin einki um, men ivasamt er tað, at politiserandi argumentatión frá landsins hægsta stað verður rópt kunning.

Sagt verður í innganginum, at faldarin skal bøta um førleikan hjá fólki at kjakast um og taka støðu til fullveldismálið. Hevði talan verið um ein fakliga vælgrundaðan faldara við sjónarmiðum frá eitt nú øllum politiskum flokkum, so hevði kanska verið eitt sindur av meining í at sent hann í hvørt hús. Lat tað verða sagt beinanvegin, at faldarin er ikki eitt skjal, ið lýsir fullveldismálið frá fleiri síðum. Faldarin er eitt politiskt rit, ið ikki átti at verið sent fyri skattgjaldarnas pening. Um Tjóðveldisflokkurin Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin velja at senda slíkt einsíðugt tilfar út, so eiga teir at gera tað sum flokkar og ikki senda tað út sum eitt fakligt dokument frá Føroya Landsstýri. Flokkar fáa pening til politiska upplýsing, og demokratiskt er tað óforsvarligt, um politiskir flokkar, útyvir politiska upplýsing, senda síni manifest út fyri skattgjaldarans pening.


Fólk flest eru óivað væl og virðiliga før fyri at taka støðu í fullveldismálinum, og tað vísir seg eisini, at tað gera tey. Trupulleikin hjá samgonguni er bert, at fólk flest tykjast ivast í fullveldinum. At leggja upp til, at fólk ivast, tí tey ikki eru nóg væl kunnaði, er at undirmeta veljaran.


Ein trupulleiki við sokallaða kunningararbeiðnum hjá samgonguni er, at samgongan ikki vil viðganga, at eitt nú búskaparparturin í Hvítubók er ov tunnur. Íslendsku útrokningarnar, ið komu aftaná, og viðmerkingar frá búskaparfrøðingum, harav onkur teirra var partur av arbeiðinum, hava ikki verið tiknar til eftirtektar, og tí er trúvirðið á hesum arbeiði viknað. Búskaparparturin í Hvítubók hevur styttstu skiftistíð í sínum roknistykkjum at vera 15 ár. Hvat ger landsstýrið? Ístaðin fyri at at seta seg aftur at rokna, sum rætt var, so gongur samgongan framvegis og letur sum einki og fyrigyklar fólki, at búskaparparturin í Hvítubók fortelur alt, sum er vert at vita, um búskaparligt sjálvbjargni. Hettar er, uttan at taka munnin ov fullan, rættiliga langt frá veruleikanum. Hví skavar landstýrið ikki allar føroyskar búskaparfrøðingar saman ? eisini ella kanska serliga teir, ið búgva uttanlands ? og fær eitt breitt óheft fakligt kjak, uttan at Høgni Hoydal fer í bløðini at kunngera ratur og annað hjá fólki, ið ditta sær at tala ímóti politikki landstýrisins.


At løgmaður er samdur í at senda slíkt tilfar út, kemur óvart á okkum. Hvussu langt ber til at fara í einsíðuðari argumentatión í fullveldismálinum? Vit hava havt meira og minni pínligar kunningarfundir í Danmark, umsitingin hevur verið nógv nýtt til hettar einsíðuga arbeiði, ein heimasíða hjá Landstýrinum, ið fyri ein stóran part inniheldur politiskar greinar, ið somuleiðis skal eitast at vera kunnandi, er gjørd fyri skattgjaldarans pening og nú kemur so hesin indoktrinerandi faldarin fyri skattgjaldarans pening. Eftir okkara tykki er farið ov langt, harra løgmaður!