Ov lítil svøvnur kann vera deyðiligur

Svevur tú ov lítið, tvífaldar tað vandan fyri eitt nú hjartasjúkum, men granskarar leggja dent á, at munur er á lítlum svøvni og ringum svøvni Trot á svøvni kann elva til nógvar ymiskar heilsutrupulleikar. Fólk, sum sova minni enn seks tímar um samdøgnið, eru í tvífalt so stórum vanda fyri at fáa hjartasjúkur sum fólk, ið sova millum sjey og átta tímar um døgnið.

Tað vísir ein nýggj kanning hjá granskarum við University of Pittsburgh Scholl of Medicine.

Granskararnir eru eisini komnir eftir, at fólk, sum sova lítið, eru í størri vanda fyri at fáa høgt kolesterol, økt blóðtrýst og sukursjúku.

Bjørn Bjorvatn, sum starvast hjá Nasjonalt Kompetansesenter for Søvnsygdommer, heldur, at ein av frágreiðingunum er, at lítil svøvur ofta førir til, at fólk gerast ov feit.

- Vit hava eina líknandi kanning, sum áður hevur víst, at svøvntrot kann vera heilsuskaðiligt.

Hann vísir á, at tað eru nógv viðurskifti, sum í hesum sambandi kunnu ávirka heilsuna.

- Fólk, sum sova lítið, gerast ofta feitari, tí svøvntrot økir gjarna um matarlystin ? og yvirvekt er vandamikil fyri hjartað, sigur hann.

Fleiri enn 1200 fólk millum 30 og 54 ár vóru við í nevndu kanning.

Professarin í hjartasjúkum við Universitetið í Oslo, John Kjekshus, váttar, at samanhangur er millum svøvntrot og hjartasjúkur.

- Fólk, sum sova lítið, hava eitt høgt strongdarstøði í kroppinum. Tí kann bjóðtrýstið økjast nógv, og tá ert tú í størri vanda fyri at fáa hjartatrupulleikar, sigur professarin, sum heldur, at svøvntrot serliga er vandamikið fyri fólk, sum frammanundan eru fongd við hjartasjúkum.