Tað gav av bíta um vikuskiftið á kampingplássinum Yviri við Strond.
Mánakvøldið – 2. hvítusunnukvøld – var rættiliga trongligt á kampingsplássinum av húsvógnum, kampingbilum og tjøldum.
Hetta hevur reist tann gamla spurningin aftur, um ikki stundin man vera komin til, at eitt nýtt kampingspláss verður gjørt, - eitt av slíkum slagi, sum er á hædd við onnur líknandi í útlondum.
Sum skilst á Tóri í Hoyvík var ein roynd gjørd at útvega høvuðsstaðnum eitt slíkt fyri fimm árum síðani.
Ætlanin var upprunaliga, at hetta umleið 30.000 fermetrar stóra økið skuldi liggja beint við vallaraheiminum Kerjalon, ið nánd av Hotel Føroyum. Á henda hátt kundi ein gera brúk av felags fasilitetum á báðum støðum.
Men hetta datt altso niðurfyri.
- At rigga eitt slíkt øki til hevði kostað sera nógvan pening, og tí varð ætlanin slept tá, greiðir Tóri í Hoyvík frá.
Má koma
Tórhavnar Kommuna ynskti við hesi ætlanini frá 2006 at bøta munandi um umstøðurnar hjá útlendingum at kampera í økinum.
Skipast skuldi eitt rættiliga stórt øki, sum í minsta lagi kundi taka einar 70 eindir av tí, sum tey í ferðavinnuni kalla fyri "mobil-homes". Her varð hugsað bæði um bilar, vognar og tjøld.
Tá ein umsíðir hevði funnið eitt egnað øki við Marknagil, vísti tað seg, at hetta kom at liggja rættiliga illa fyri í landslagnum. Ein onnur ætlan var nevniliga gjørd fyri økið við alskyns ringvegum, rundkoyringum og tílíkum.
Tí hevði hetta kampingøkið als ikki verið hóskandi sum slíkt, og neyvan høvdu ferðafólk neyvan viljað gist her undir slíkum umstøðum.
Sum skilst hevur ein kortini ikki slept málinum sum so, tí, sum Tóri í Hoyvík tekur til: Tórshavnar Kommuna eigur at hava eitt ordiligt kampingspláss.
Hetta skal helst hava eina góða plasering, men enn er einki annað øki til taks enn tað sum í løtuni finst har Yviri við Strond.
Og sum myndin vísir hevði eitt hóskandi øki verið uppá sítt pláss um vikuskiftið.
Óegnað sum kampingspláss
Kampingsplássið Yviri við Strond hevur síni 30 ár á baki, og hevur fingið ávísar ábøtur hesi árini.
Tað eru tó tey kampingfeløgini uttanlands, sum ikki eru nøgd við støðuna. Hetta vísti ein grein í Sosialinum frá september mánaði 2006, har blaðið viðgjørdi sama trupulleikan og tørvin.
Um hetta mundið var Richard Grimsdale, ferðastjóri frá bretska ferðafelagnum Camping and Caravaning Club í Føroyum, fyri at hyggja eftir viðurskiftunum í Føroyum. Í felagnum vóru tá omanfyri 400.000 limir.
Honum líkaði væl náttúruna og landið annars, men var alt annað enn nøgdur við umstøðurnar hjá teimum ferðandi.
- Okkara limir vilja fara til nýggj og grøn støð, og helst hagar ið tey kunnu fáa nakrar ótrúligar náttúruupplivingar. Tað kunnu tey fáa her, tí tit hava so nógv at bjóða teimum vitjandi.
- Men tann avgerandi spurningurin er, hvar og hvussu tey skulu búgva. Og her vantar nógv í, sló Richard Grimsdale fast í samrøðuni. – Vit kunnu snøgt sagt ikki taka ábyrgd av at senda okkara limir til Føroyar.