Ov lítið kjak

Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at tað hevði borið til hjá føroyingum at tikið støðu til evrumálið í gjár. Til tað hava vit havt alt ov lítið kjak

Formaður Javnaðarfloksins heldur ikki, at føroyingar høvdu verið búnir til at tikið støðu til evruna saman við dønum í gjár.

? Vit skulu minnast til, at danir hava havt drúgt kjak um evruna seinastu mongu mánaðirnar, tí vóru teir í gjár búnir til at taka støðu til hetta álvarsmál, sigur Jóannes Eidesgaard.