Jørgen Lindegaard, stjóri á ISS og fyrrverandi stjóri í SAS, vil hava fleiri vinnulívsleiðarar at gerast meiri sjónskir í fjølmiðaorðaskiftinum. – Hetta átti eisini at verið í Føroyum
Fyri nú fleiri árum síðani, fekk eg bók sendandi, skrivað av Kosangasstjóranum Knud Tolstrup, sum um ta tíðina lá ovastur í danska fjølmiðlakjakinum. Bókin, hóast lítil í vavi, er sera áhugaverd, hevur heitið “Tale er sølv, tavshed er underkastelse”!
Um dagarnar skrivar stjórin á ISS og fyrrverandi SAS stjórin, Jørgen Lindegaard m.a. í Berlingske Tidende, at: ”Mong við dyggari vitan og drúgvum royndum, eisini vinnulívsleiðarar, áttu at farið nógv meiri inn í politiska fjølmiðlaorðaskiftið”
Fleiri kendir og dugnaligir vinnulívsleiðarar, taka undir við Lindegaard, eitt nú Jørgen Mads Clausen, stjóri á Danfoss, annar er Asger Aamund, stjóri á Bavarian Nordic, sum eisini er kendur í Føroyum.
Tíverri, hetta er eisini støðan í Føroyum. Ov fáir taka til máls ímóti órættvísum álopum á vinnuna. Onkuntíð eru sæddar greinar, skilagóðar greinar frá monnum sum vita, hvat teir tosa um, t.d. Olaf Olsen, Osmund Justinussen og Poul Mohr. Tó ov fáir leggja til brots. Verður órættur sagdur nóg ofta, økjast tey, sum trúgva órættinum.
Ókeypis fiskiloyvi siga teir
Hóraldur Joensen, granskari, hevur í áðurnevndu grein latið upp fyri meiningum og metingum har hann – eftir míni meining - eins og aðrir fer á somu skeivu rás sum aðrir, nevniliga, at: “Reiðararnir hava fingið veiðuloyvini ókeypis....”
Ilt er at sleppa undan hesi sannføring, tí vinstravendir politikarar, øvundin, fleiri formenn í búskaparráðnum, almennir akademikarar o.o. hava áravís trúttað hetta niður í fólk okkara ígjøgnum fjølmiðlar og frá tingsins røðarapalli.
Greftligur munur
Kanka kundi verið rætt, at vent málinum eitt sindur, við tvinnanda dømum:
Dømi 1
Persónur hevur 10 ára skúlagongd, síðani 3 ár og so helst 7 ára hægri útbúgving, har samfelagið saman við hesum persóni leggur rygg til. Hann fær “ókeypis” starv, uttan at gjalda nakað. Tað almenna hevur bygt umsitingarbygning, latið honum arbeiðsplássið ókeypis, fær sína løn óskerda hvønn mánað. Hesin arbeiðir við fólksins ognum. Sjálvandi hevur hann týdning fyri land okkara.
Dømi 2
Persónur hevur 9-10 ára skúlagongd. Møguliga í arbeiði eitt til tvey ár, fer aftur á skúlabonk eini 3-4 ár. Hesin setur síðani pening í egið arbeiðspláss, t.d. í skip, er við til at finna okkum føroyingum nýggjar fiskileiðir, berjir seg ígjøgnum í upp og niðurgongdum, nemir sær við egnum peningi serkøna útbúgving á sjógvi, skapar samstundis øðrum arbeiðspláss, skapar øðrum avleiddum vinnum arbeiði, so allur hesin samfeldi partur kann verða við til at upp- og útbyggja okkara land. Ger at um- og fyrisiting, heilsuverk o.a. kann mennast samstundis, sum hesin ger, at bókliga vælútbúgvin fólk, kunnu seta búgv her heima og bæði fáa starv innan privata men oftast innan alment starvsøki. Nú so ofta verður sagt: “vit mugu fáa fólkið heimaftur”. Hesin fremur við fólksins ognum, at allir partar í landinum kunnu mennast. Samstundis er partur á landi ónøgdur, tí hesin persónurin ikki kann útvega honum meiri pening.
Tað hevur eydnast, serlstakliga nú samfelagið alt meiri er sentraliserað, órealistiskt og á skeivum grundarlagi at skeikla veruleikan. – Neyðugt er at okkara høvuðsvinna verður vird og ikki minst persónarnir, sum eru í henni. Tástani fæst gevandi samstarv.
Uppskot Hóralds um skrivandi sjómenn
Tíverri hevur eydnast mongum ótroyttiliga ígjøgnum fjølmiðlar og frá tingsins røða-rapalli at trýsta niðurbrótandi hugmynd niður í part av okkara fólki, at reiðarar og fiskimenn hava fingið fiskiloyvini ókeypis. Nú skal sosialistiska stýrið hava hesar at lata pening fyri at sleppa til arbeiðis, sum skal í landskassan, uttan at nakar hevur gjørt sær veruliga greitt, hvussu hetta skal skipast fyri at vit onnur, kunnu liva og láta, sum vit vilja.
Hóraldur og aðrir ynskja at leggja fleiri skip, so manningarnar kunnu verða umskúlaðar, so hesir eitt nú kunnu byrja at kappast við Dan Brown “Da Vinci mysteriet” og J. K. Roling “Harry Potter” um at skriva heimskendar bøkur.
- Sama óveruliga droymaríið!
Men nú so nógv skip liggja, kundi verið hóskandi tíð at byrja hesa kapping móti mentanarligu heimsstjórnunum. Okkurt skulu okkara sjómenn liva av!