Ov fáar hendur í røktini

Eg vil bert geva teimum, ið hava skrivað í bløðini í seinastuni rætt í at arbeiðsbyrðan hjá røktarstarvfólkunum á teimum allar flestu deildunum á Landssjúkrahúsinum er alt ov stór. Um jólini vera deildir stongdar, og øll sum kunnu grulva fara heim og tað eru alt ov fáar hendur at røkta tey sum eftir eru

Jóhanna Køtlum

Forkvinna í Almanna-og heilsurøktarafelagnum

 

 

Gera okkara landspolitikkarar onki við støðina nú, verður trupulleikin upp aftur størri. Tí okkara ungdómur fer ikki at góðtaka hesi viðurskifti.

Eg havi arbeitt á Landssjúkrahúsinum í 16 ár, so eg veit hvat eg tosi um og eg eri vís í at nógv røktarstarvsfólk kenna seg aftur í tí, at alt ov fáar hendur eru í røktini.

Sum forkvinna í Almanna-og heilsurøktarafelagnum síggi eg sama trupulleika á nógvum arbeiðsplássum kring landið. Alt ov fáar hendur.

Í heimarøktini renna starvsfólkini frá einum húsið til eitt annað og gera bert tað sum er allar mest neyðugt.

Á sambýlunum kring landið slíta røktarstarvsfólkini seg upp bæði dag og nátt. Baka, vaska og vaska klæðir um náttina fyri at fáa alt at rigga um dagin, væl vitandi at tað er sera ringt fyri heilsuna. Um náttina eigur náttarvaktin bert at røkta brúkarin.

Á Røktarheimum kring landið er bert tíð til grundleggjandi røkt, tað vil siga at vaska brúkarunum og geva viðkomandi at eta. Stóran part av tíðini situr brúkarin passivt á einum stað til viðkomandi aftur skal í song. Tað átti at verið ein menniskjarættur at sleppa út í fríska luft hvønn dag og at fáa hjálp til at røra seg hvønn dag, um viðkomandi ikki kann sjálvur. Lívið skal vera vert at liva alt lívið. Vit ynskja øll góða lívsdygd.

Eitt sera gott tiltak hevur verið á Tjarnagarði við rørslu til eldri. Hetta tilboðið verður tikið burtur, tí peningur ikki er tøkur at halda áfram, vælvitandi um at brúkararnir vóru sera glaðir fyri tiltakið. Tílík tiltøk sum hetta høvdu uttan iva spart samfelagnum nógvan pening í longdini, tí brúkarin hevði verið mobilur longri.

Í februar verða teir fyrstu heilsurøktaranæmingarnir klaktir á heilsuskúlanum á Tvøroyri. Heilsurøktarnir fara til arbeiðis við góðum treysti og ynski um at gera dygdargott arbeiði. Herundir at fyribyrgja, aktivera, røkta, viðgera og annars hjálpa borgaranum við tí hann hevur tørv á, ikki bert grundleggjandi røkt, men eina røkt við kvaliteti og á høgum støði.

Vit vita at nógv røktarstarvsfólk fara í annað starv. Tey flestu starvast niðursetta tíð, orsaka av at tað er alt ov tungt, bæði psykisk og fysiskt. Røktarstarvsfólkini vera útbrend, tí arbeiðsbyrðan er alt ov stór.

Tað, at starvast sum røktarstarvsfólk er tíverri ikki høgt í metum hjá ungdóminum. Okkara ungdómur fer ikki at finna seg í hesum viðurskiftum, sum tað fyrra ættarliðið so kæri politikari, tit hava nakað at fáa uppá pláss sum skjótast!

 

Nøkur uppskot:

 

Fleiri hendur.

Meira í løn.

Starvsfólkarøkt í hásæti

Greiðar skipaðar menningarmøguleikar til røktarstarvsfólkið, at oyramerkja pening til tess.

Góð arbeiðspláss lokka starvsfólk til, geva íblástur til skapandi og arbeiðssom starvsfólk.