- Sjálvandi er tað álvarsligt, at vinnan er ótrygg.
Tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Í áðni skrivaðu vit, at Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi, heitti beinleiðis á hann um at leggja frá sær, tí at hann hevði skapt so stóran ótryggleika í vinnuni.
Tað ljóðar ikki sum um at Høgni Hoydal ætlar at taka áheitanina til eftir.
Hann sigur, at hann hevur ongar trupulleikar av, at funnist verður at politikkinum. Men tað vísir hann aftur. Hann sigur, at sjálvandi er tað álvarsligt, at vinnan er so ótrygg, at framtíðar íløguætlanir verða sleptar.
Men hann sigur, at hetta er ikki ein ótryggleiki, sum er skaptur nú.
Ótryggleikin stavar frá, at undanfarnar samgongur hava ikki klára at finna semju um ein nýggjan fiskvinnupolitikk. Ótryggleikin er eisini ein avleiðing av, at fiskiloyvi verða útlutað politiskt, har ongin reiðari veit, hvat hann hevur at halda seg til, og har kvoturnar ganga upp og niður alla tíðina. Avleiðingin er, at umstøðurnar hjá fiskivinnunu hava havt sera skiftandi umstøður at virka undir.
Les eisini: Nú má Høgni Hoydal leggja frá sær
Men, tað, sum hendan samgongan hevur til endamáls, er at fáa fiskivinnuna í eina fasta, og trygga legu, sigur hann.
- At semjast um eina varandi skipan er tað, sum fer at skapa tryggleika í vinnuni, sigur landsstýrismaðurin.