Oswaldo Paya deyður í ferðsluvanlukku

Kubanski samfelagsrevsarin Oswaldo Paya, sum fekk Sakharov-heiðurslønina og tvær ferðir var í uppskoti at fáa Nobel-friðarheiðurslønina, doyði í einari ferðsluvanlukku har eysturi í Kuba í gjár.

Oswaldo Paya gjørdist víða kendur fyri tíggju árum síðani, tá hann kom við teirri sokallaðu Varela-verkætlanini, sum var uppkallað eftir kubanska prestinum og frælsishetjuni Felix Varela. Málið var er fáa demokratiskar nýskipanir í Kuba, at allir politiskir fangar skuldu latast leysir, og at fólk skuldu fáa rætt til at reka egna fyritøku. Kubanska tjóðartingið vrakaði ætlanina.

Oswaldo Paya varð fleiri ferðir heiðraður fyri sítt stríð fyri nýskipanum í Kuba. Eitt nú fekk hann Sakharov-heiðurslønina frá ES-tinginum og kom sostatt at standa undir liðini á persónum sum Nelson Mandela og Kofi Annan. Hann var tvær ferðir í uppskoti til at fáa friðarheiðurslønina hjá Nobel.

Oswaldo Paya varð fleiri ferðir lagdur undir at hava fingið pengar úr USA og at vera í lummanum hjá amerikanarunum, men sjálvur helt hann uppá, at hann hevði ongantíð fingið fíggjarligan stuðul frá nøkrum uttan fyri Kuba.