Ostur verður afturkallaður

Talan er um "Morbier AOC Fransk" frá Ulvedal

Ulvedal Ost (og Ostebørsen) afturkallar Morbier (råmælks ost), tí tað er vandi fyri, at E.coli (STEC) er í vøruni.

 

Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

 

Vøran er seld í føroyskum handlum. Serliga vøran av merkinum Ulvedal er í føroyum, men hevur tú vøruna frá Ostebørsen, so er afturkallingin eisini galdandi fyri hana.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mærlir borgarum til at lata vøruna aftur, har hon er keypt ella at beina hana burtur.

 

– Hevur tú sjúkueyðkenni, sum kunnu stava frá hesi vøru, eigur tú at seta teg í samband við lækna.