Oskar-tilnevndir gera film í Føroyum

Hesin filmurin skal føra meg aftur til Oscar-handanina, sigur Göran Lindström, sum næsta ár fer undir at gera film í Føroyum.

Næsta ár fara svenski leikstjórin Richard Hobert og framleiðararnir Göran Lindström og Anders Birkeland undir at gera upptøkur til ein film í Gásadali.

 

Göran Lindström og Anders Birkeland framleiddu filmin Så Som i Himmelen, sum í 2004 varð tilnevndur til eina Oskar-heiðursløn í 2004.

- Eg vóni, at hesin filmurin fer at føra meg aftur á reyðu mottuna í Los Angeles, sigur Göran Lindström.

 

Tað er ein gomul søga úr Gásadali, um eini bóndahjún, sum hava ilt við at fáa ein son. Føroyska søgan sigur, at ein dagin, tá ein fronsk skonnart lá á vágni, róð bóndin konuna umborð og níggju mánaðir seinni átti hon ein son. 

 

Richard Hobert sigur, at ein føroysk kvinna í Svøríki ringdi til hansara ein dagin í 2012 og segði honum søguna.

- Tað var okkurt í boðskapinum í søguni, sum fangaði meg. Eg haldi, at hon talar inn í okkara tíð eisini, við ættleiðing, hjúnaskilnaði, brotnum og samansettum familjum og øðrum. Hetta sterka stríðið millum at hoyratil og at standa uttan fyri, fangaði meg beinanvegin. Hetta er eitt stríð, sum gjøgnum, kærleika, familju og samanhald rakar beint inni í hjartað í okkara samtíð,sigur hann.

 

Richard Hobert leggur dent á, at hóast filmurin er bygdur á søguna úr Føroyum, so er tað ikki veruliga søgan, sum verður søgd. Hann hevur einans heinta íblásturin haðani. Filmurin hevur fingið heitið Sonur Fuglaveiðumansins.

 

Upptøkurnar byrja í apríl næsta ár og fara fram í Gásadali, í Bø og í gomlu farstøðini í Vága Floghavn.

 

Hetta vikuskifti hava eini 25 børn verið til royndarframførslu á Hotel Føroyum til barnaleiklutirnar í filminum. Annars er ætlanin at finna fleiri norðurlendskar sjónleikarar til filmin.

 

Tá upptøkurnar koma í gongd, eru tað eini 35-40 fólk, sum vera virkin. Framleiðararnir vænta, at eini 15 teirra vera føroyingar.

 

Filmurin er mettur at kosta 17 til 18 milliónir krónur. Av teimum koma góðar fýra milliónir krónur úr Føroyum. Her eru tað Visit Faroe Islands, Tórshavnar kommuna og Sørvágs kommuna, sum hava játtað verkætlanini stuðul, umframt stuðulsgrunnurin hjá A.P. Møller.

 

Filmurin skal eftir ætlan frumsýnast í februar 2019 í Føroyum og á filmsfestivalinum í Berlin.