Óseriøst at siga at vit bara røkja okkara áhugamál

– Tað stendur øllum kommunum frítt at vera limur í Kommunufelagnum, sigur Dennis Holm í viðmerking til Tórbjørn Jacobsen

– Tað stendur øllum kommunum frítt at vera limur í Kommunufelagnum, sigur Dennis Holm í viðmerking til Tórbjørn Jacobsen

 

Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági við útvarpið.

 

– Eg má sjálvandi røkja áhugamálini hjá Vágs kommunu, har eg eri borgarstjóri. Og sjálvandi má eg røkja áhugamálini hjá Vágs kommunu, sasmstundis sum eg røki áhugamálini hjá Føroya Kommunufelag sum formaður har, segði Dennis Holm við útvarpið hjá Kringvarpinum.

 

Hann vísti á, at tað er óseriøst at siga, at tey ganga uttan um Kommunufelagið.

 

– Kommunufelagið hevur samskift við landsstýrið um eldraøkið líka síðani eldraøkið bleiv yvirtikið. Og vit havt fleiri fundir við Fíggjarmálaráðið og løgmann um eldarøkið, har vit nettupp hava víst á, at høvðstrupulleikin við eldraøkinum nettupp er manglandi fígging.

 

Hann segði, at tey ikki einans hava víst á viðurskifti í Suðuroyar.

 

– Vit hava fyrst og fremst víst á Runavíkar kommunus, sum er ein av teimum kommununum í landinum, ið brúkar einamest pengar frá sínum egna persónsskatti til eldraøkið. Tað var tað sama, sum varð víst á á fundinum við landsstýrið í gjár, segði Dennis Holm.

 

Hann vísti á, at Tórbjørn Jacobsen ikki var við á fundinum, sum kommurnar í Suðuroyar høvdu við landsstýrið í gjár.

 

– So hann veit ikki, hvat gekk fyri seg á fundinum, tí er tað løgið, at hann fer at fyrihalda seg so hart til tað, sum var viðgjørt har, segði Dennis Holm.

 

Spurdur um hóttanina hjá Tórbjørn Jacobsen at melda Rúnavíkar kommunu úr Føroya Kommunufelag, vísir hann til Tórbjørn Jacobsen sjálvan.

 

– Tað stendur eini hvørjari kommunu frítt at vera limur í Kommunufelagnum, eisini Runavíkar kommunu, segði borgarstjórin í Vági, sum upp á tað harðast vil vísa aftur pástandinum um, at hann sum formaður í Kommunufelagnum bara arbeiðir fyri kommunurnar í Suðuroy.

 

Hann vísir á, at í farna valskeiðið var næstformaðurin í Føroya Kommunufelag úr Runavík, sum sjálvandi arbeiddi fyri sínum øki. Hann gjørdi nakarar seravtalur fyri eldraøkið viðvíkjandi álíkning, uttan at Kommunufelagið visti av tí, so tað er einki nýtt í tí at borgarstjórar arbeiða fyri sínum egna øki.  Tað er tað, sum vit eru vald til, segði Dennis Holm við útvarpið.