Ósá og Sigurjón: Seinni hálvleikur var sera vánaligur

(FM1) Hoyr fótbóltstíðindamennirnar hjá Dimmu, bolt.fo og Norðlýsinum taka samanum føroyska avrikið í Istanbul

##med2##

 

Beint aftaná stórtapið 0-4 fyri Turkalandi í útidystinum í Istanbul í Nations League fekk frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge orðið á fótbóltstíðindamennirnar, Sigurjón Einarsson frá Dimmalætting og Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum.

 

Teir halda, at meðan avrikið í fyrra hálvleiki var á einari góðari leið, so var avrikið í seinna hálvleiki alt annað enn nøktandi. Sigurjón heldur eisini, at tað ger ikki støðuna betri, at turkar komu ov lætt til summi av málunum.

 

Jákup heldur, at tað er gott, at leikararnir longu týsdagin hava heimadyst móti Luksemborg, har teir fáa høvið at gera tað munandi betri.

 

Sigurjón minnir á, at Luksemborg hevur gjørt stór framstig seinnu árini, og tí verður tað alt annað enn ein løtt uppgáva. Luksemborg vann eisini 2-0 á Litava á útivølli.

 

Á ljóðfíluna omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við báðar fótbóltstíðindamennirnar. 

 

Samrøða: Sigurjón Einarsson og Jákup Ósá

Samrøða: Sigurjón Einarsson og Jákup Ósá