Í bløðunum í gjár vísti eg á, at landsstýrismaðurin í lógarmálum sjálvur sendi stóra persónsdataskrá av landinum til danskan stovn at umsita undir donskum myndugleika - og at hon framvegis nú á fjórða ári verður umsitin ólógliga.
Í samrøðu í Sosialinum roynir landsstýrismaðurin at burturforklára henda sjálvskapta trupulleikan.
Og í aðrari umrøðu av málinum sær tað út, sum um danskur stovnur hevur skylduna fyri ólógligu umsitingini.
Hetta er burturvið. Men lat okkum so fyrst taka sjóforkláringin hjá landsstýrismanninum, til at tinglýsingin ikki er tikin aftur til Føroya, har hann sigur: "Tað er bara av tøkniligum orsøkum, at tað ikki er hent enn, og tí at málsøkið ikki er yvirtikið fult og heilt."
Hetta seinna fyrst er beinleiðis ósannindi. Tinglýsingin er føroyskt málsøki, og hevur altíð verið tað, líka síðan tinglýsingin byrjaði í 1962. At landsstýrið hesi árini hevur latið dómaraskrivstovuna umsita tinglýsingina hevur ONKI við manglandi yvirtøku at gera.
Haldi eisini at tað er langt úti, at landsstýrismaðurin skal geva tøkniligu stovnunum í Føroyum skylduna - at tað er av manglandi tøkniligum førleika í Føroyum, at tinglýsingin á fjórða árið liggur á danskari høvuðsteldu hjá partafelagnum CSC-Danmark A/S. Tá rættarnevndin umrøddi málið tíðliga á vári 2000, vóru umboð fyri tøkniligar og aðrar relevantar stovnar innkallað (Matrikulstovan, Elektron, Føroya Datasavn og fleiri), og var tað ein greið niðurstøða, at tað var als ongin tøkniligur trupulleiki og onki tøkniligt stórmál at gera eina føroyska telduskipan til tinglýsingina. Tá landsstýrismaðurin kortini vildi hava hana til Danmarkar, so at danir ókeypis og skjótt kundu gera sjálva umleggingina til EDV, so boygdi rættarnevndin seg fyri hesum, tí at so lovaði landsstýrismaðurin at syrgja fyri at ein føroysk telduskipan sum skjótast skuldi gerast, og tinglýsingin tí kunna takast heimaftur so at siga beinanvegin.
At onki er hent nú tað gongur á fjórða ári er fyri mær óskilligt, um tað ikki heilt einfalt er tekin um syndarligan politiskan impotens, tá tað snýr seg um praktiskan politikk heldur enn skról.
Tað er ikki Føroya rættur sum er skurkurin í málinum. Tað er ikki rætt, sum blaðgreinin sigur, at "tað er rætturin sum hevur evstu ábyrgdina" av at lógin ikki verður hildin. Hetta er 100% føroyskt málsøki. Tann sum hevur ovastu politisku ábyrgdina er landsstýrismaðurin. Verður málið ikki umsitið eftir lógini, er tað í síðsta enda hansara ábyrgd. Hvat hevur hann gjørt við tað í meir enn 3 ár? Onki! Haraftrat kan eg upplýsa, at umboð fyri Føroya Rætt upplýsti bæði landsstýrismanninum og rættarnevndini, at lat landsstýrið tinglýsingina blíva ein part av donsku fyrisitingini, fór hon at verða umsitin á sama hátt og undir somu treytum sum hin danska tinglýsingin. Tað varð enntá lagt aftrat, at vildu føroyingar, at tað skuldi verða frí atgongd til skipanina á internetinum, ja so kundi landsstýrið gjalda tað tað kostaði.
Tað hevði verið ógviliga áhugavert, um fjølmiðlarnir ikki lata landsstýrismannin sleppa við sínum sjóforkláringum, men kanna eftir um nakað hald er í hansara undanførslum:
?spyrji teir kompetentu tøkniligu stovnarnar í Føroyum - t.d. tøkniligu leiðararnar á Elektron, Matrikulstovuni, Føroya Dátusavni - um tað passar, at tað er av tøkniligum orsøkum at tinglýsingin á fjórða árið liggur avreidd í Danmark ?
?spyrji forsetan fyri Eystara landsrætt, sum landsstýrið hevur avreitt myndugleikan yvir tinglýsingini til, um tað er hansara skyld at lógin verður umsitin ólógliga ? Ringið til Præsidenten for Østre Landsret, tlf. 0045 33970200, spyrjið eftir Ziegler ella skrivaranum Finn Haargaard, um tað skal takast í álvara, so sum tinglýsingarlógin ásetir, at tað er Eystari Landsrættur sum skal syrgja fyri at tinglýsingin (herundir frí atgongd á internetinum) verður umsitin eftir lógini ? Ella um Føroya Landsstýrið hevur upplýst teimum, at hendan greinin í lógini als ikki skal takast í álvara?