Orkunýtslan í heiminum nógv økt

Eftirspurningurin eftir orku er tann størsti síðani miðskeiðis í áttatiárunum.

Ei undur í, at oljuprísurin setir eitt met fyri og annað eftir í hesum tíðum.

Ein kanning, sum bretska oljufelagið BP hevur gjøret, vísir, at eftirspurningurin eftir orku var metstórur í fjør. Serliga kinesarar høvdu tørv á munandi meiri orku enn fyrr, og bara har vaks eftirspurningurin heili 15,1 prosent. Tað gjørdi, at heimsnýtslan vaks 4,3 prosent, og so stórur hevur vøksturin ikki verið síðani miðskeiðis í áttatiárunum, sigur BP.

Kanningin hjá felagnum vísir, at vit brúktu meiri av øllum orkukeldum í fjør enn fyrr. Kolnýtslan vaks 6,3 prosent í fjør, oljunýtslan vaks 3,4 prosent, og vit brúktu 3,4 prosent meiri gass. Eisini kjarnorkuverkini høvdu meiri at gera í fjør. Har vaks eftirspurningurin 4,4 prosent.