Bjørt Samuelsen, tingkvinna, Tjóðveldi
-------
Løgtingið viðgerð í løtuni okkara uppskot, um at seta á stovn ein orkugrunn, sum skal vera við til at fíggja royndarætlanir við varandi orku og orkusparing kring landið, og soleiðis skunda undir menningina av nýggjum orkuloysnum.
Tankin er, at landið í fyrsta umfari tekur initiativið til orkugrunnin, men, at landsstýrið eggjar kommunum og størri privatum feløgum at vera við. Her verður hugsað um fyritøkur við stórari samfelagsligari ábyrgd – tryggingarfeløg, bankar og stórfyritøkur. Land, kommunur og privat feløg kunnu saman leggja dygt fíggjarligt grundarlag undir orkugrunnin.
Vilji Løgtingsins
Við felagsuppskotinum til samtyktar í 2009 um at minka útlátið av CO2 munandi, varð ein góður politiskur vilji staðfestur til at minka um oljunýtluna. Síðani eru stig tikin til at vaksa um streymframleiðsluna úr vatni og vindi.
Men, neyðugt er tó at taka fleiri og skjótari stig at royna alternativar orkuveitingar og ikki minni, at finna effektivar hættir at spara orku. Samstundis mugu vit savna kreftirnar og vitanina um varandi orku. Landið hevur, saman við kommununum og vinnuni, eina stóra ábyrgd at fáa samfelagið umskipað til eitt lág- og grønorkusamfelag.
Grunnurin skal millum annað vera við til at fíggja royndir við nýggjari grønari tøkni, orkusparandi royndarætlanir á landi og umborð á skipum, umframt verkætlanir at gera úrvald útjaðaraøki sjálvveitandi við reinari orku. Fyri grunnin skal setast nevnd við fremstu serfrøði innan orku, at taka avgerðir um, hvørjar verkætlanir skilagott er at stuðla.
Samfígging
Við einum grunni, sum kann fíggja seriøsar verkætlanir, sum eisini onnur samfeløg kunnu gagnnýta, fer tað eisini at verða munandi lættari at fáa stuðul og samfígging úr útlendskum grunnum. Tað finnast eftirhondini ein ørðgrynna av útlendskum orkufondum – privatir sum almennir.
Vónandi ber til sum skjótast at finna breiða politiska undirtøku fyri at raðfesta orkugrunnin frammarlaga, og at til dømis 30 mió kr. verða settar í grunnin árliga komandi árini, umframt tað, sum kommunur og privat feløg vilja seta í.
Allir partar í samfelagnum eiga at vera við til at fáa gjørt land okkara sjálvveitandi við varandi orku. Kommunurnar taka í dag alla fíggjarligu ábyrgdina av at útbyggja streymorkukervið. Millumkommunali felagsskapurin SEV, hevur ikki fíggjarliga orku at fíggja royndarverkætlanir í serligan mun. Tí má landið átak sær sín part, og vera við til at fáa sett ferð á ymiskar royndarverkætlanir, sum í longdini fara at tryggja bæði húsarhøldum og vinnuni reina og bíliga orku.
Tað snýr seg um at framtíðartryggja okkum øll ímóti ræðandi skjótt vaksandi oljuprísum, og tað snýr seg um altjóða ábyrgd í mun til umhvørvið. Tí er tað ein skylda hjá øllum pørtum í samfelagnum, at lyfta uppgávuna.









