Anette Sonne og Sámal Erik Djurhuus hava selt blómuhandilin Orkis á Glyvrum til møðgurnar, Turið Johannesen og Mildrið Eivindsdóttir.
Nýggju eigararnir yvirtóku handilin hin 1. oktober í ár og hava broytt handilin. Tær báðar ivast onga løtu í, at Orkis er ein spennandi handil við breiðum vøruúrvæli og nógvari nýggjari vøru.
Sáma Erik og Anette koma framvegis at starvast í Orkis.
- Í sambandi við eigaraskifti verður almenn móttøka í Orkis hósdagin 23. oktober frá klokkan 15 til 18, har øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá fyrrverandi og núverandi eigarar.
Orkis hevur eisini tikið inn nýggjan lærling sum er Marita Westergaard.
Á myndini, sum Sunrid í Gong, fotografur, hevur tikið, eru fv.: Sáma Erik, Anette Sonne, Marita Westergaard, Turið Johannesen og Mildrið Eivindsdóttir.