Í Sernámsdeplinum, tí sum fyrr hevur itið Skúlin á Trøðni og Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin, eru umleggingar farnar fram í virkseminum, ið hava til endamáls at samskipa og gagnnýta orkuna á stovninum betri. Um ársskiftið varð alt sernámsfrøðiliga virksemið og taliundirvísingin løgd saman undir Sernámsdepilin. Við umleggingini er samstundis ein samanrenning farin fram millum talilærarar í deplinum og tey, sum hava starvast í Tórshavnar kommunu.
Arbeiðsøkið hjá deplinum er stórt, og fevnir um øll børn í Føroyum í aldinum 0-18 ár. Broytingarnar, sum eru framdar í virkseminum í seinastuni, eru serliga í sambandi við børn undir skúlaaldur.
- Taliundirvísingin hevur seinnu árini verið skipað á tann hátt, at talilærarar í Suðurstreymoy eru farnir heim til barnið ella á dagstovnin, har barnið gongur, at geva talifrálæru. Henda skipanin hevur ikki verið nóg góð og orkan á økinum hevur ikki verið nóg væl gagnnýtt. Tí er alt virksemið, sum áður hevur verið á smábarnaøkinum lagt saman, sigur Marita Petersen, stjóri í Sernámsdeplinum.
- Meginreglan er, at børn í Suðurstreymoy, sum hava brúk fyri taliundirvísing, fáa frálæru í talibólki, ið fer fram í Sernámsdeplinum og hesa undirvísingina røkja antin talilærarar, sum hava starvast úti á stovnunum ella teir, ið eru tilknýttir Sernámsdepilin.
Talilærarar eru í øllum kommunum í Føroyum og øll børn, sum fáa taliundirvísing verða tilmeldað í Sernámsdeplinum, sum samskipar alt virksemið á økinum.
- Taliundirvísingin í restini av landinum er óbroytt, men vit umhugsa at gera talibólkar kring landið eisini, sigur Marita Petersen.
Góðar royndir
- Orsøkin til, at vit hava samskipað taliundirvísingina í Sernámsdepilin er fyrst og fremst fyri at veita børnum meiri regluliga undirvísing, men tað hevur eisini verið hugsað um lærararnar. Tað hevur verið ógvuliga slítandi fyri tey, sum arbeiddu við taliundirvísingini. Arbeiðsumhvørvið hevur ikki verið nóg mennandi pedagogiskt og tað hevur borið illa til hjá talilærarunum at tosa við starvsfelagarnar um ávís mál og viðurskifti. Samstundis hava vit rættiliga avmarkaða orku, játtanin er ov lítil í mun til tørvin sum er, og tí hevur verið neyðugt at broytt skipanina fyri at gagnnýta hana betri, sigur Marita Petersen.
Børn í Suðurstreymoy, sum hava brúk fyri taliundirvísing, koma í talibólk í Sernámsdeplinum eina til tvær ferðir um vikuna í hálvan annan tíma. Sernámsdepilin skipar í samstarvi við Tórshavnar kommunu fyri, at børnini verða koyrd til stovnin, dagrøktina ella heimið, tá undirvísingin er liðug. Børn, sum búgva uttan fyri Suðursteymoy, hava eisini møguleika at koma í talibólk, tá syrgja foreldrini fyri flutninginum til og frá.
- Royndirnar vit hava av umleggingini eru góðar. Bæði stovnsleiðarar, starvsfólk her á stovninum og brúkararnir annars eru væl nøgd við broytingarnar, sigur Marita Petersen.
Játtanin til taliundirvísingina er undir játtanini til sernámsfrøðiligt virksemi á fólkaskúlaøkinum. Hon svarar til uml. seks talilærarastørv kring alt landið. Sandoyggin hevur til dømis eitt fjórðingsstarv og Suðuroyggin minni enn eitt heilt starv.
- Fíggjarkarmurin svarar ikki til veruliga tørvin og tí koma børn á bíðilista. Serliga í summum økjum er langur listi av børnum, sum bíða eftir taliundirvísing og tá mugu lærararnir raðfesta. Øll børn hava ikki brúk fyri undirvísing alla tíðina. Tá ið tey hava fingið undirvísing eina tíð, t.d. 3 mánaðir verður steðgað á. Verður mett tá, at tey hava brúk fyri undirvísing aftur, koma tey til aftur, sigur Marita Petersen.
Støðan heilt burturvið
Í mun til aðrar trupulleikar, ið børn kunnu hava, er lutfalsliga lætt at kanna, staðfesta og viðgera børn við talitrupulleikum. Verri er, tá børn verða tilmeldað Sernámsdepilin við øðrum trupulleikum, sum kann taka tíð at kanna. Tá skulu børnini vanliga eygleiðast leingi, kannast hjá sálarfrøðingi, ráðgevast og viðgerast.
- Á tí økinum líkist játtanin púrasta ongum. Vit hava bara ein sálarfrøðing, sum burturav arbeiðir við sálarfrøði. Almennaverkið hevur ongan sálarfrøðing. Støðan er heilt burturvið. Og tá bert ein sálarfrøðingur er til taks hjá okkum, verður trýstið á ráðgevarnar ógvuliga stórt og ónøgdin stór. Tí er einki annað at gera enn at seta á bíðilista og bíðitíðin er umleið eitt hálvt ár, sigur Marita Petersen.
Ráðgeving til dagstovnar
Sernámsdepilin býður eisini ráðgeving til dagstovnar kring landið. Hendan ráðgevingin er ætlað leiðslu og starvsfólki í dagstovnunum í neyvum samstarvi við fasta ráðgevan í økinum. Í hesum sambandi er landið býtt í sjey øki, og ávís starvsfólk í Sernámsdeplinum vitja stovnarnar í økinum eina ferð um mánaðin. Ráðgevingin í økinum hevur samband við onnur fólk í økinum, sum hava við børn undir skúlaaldur at gera.
- Vit hava ikki gloymt børnini sum eru í dagrøkt ella heima, men í løtuni tora vit ikki at gloypa um meiri. Dagrøktarbørnini koma ikki av sær sjálvum undir hesa skipanina. Tí er vandin fyri, at børn, sum hava trupulleikar, detta niður ímillum, nógv størri í dagrøktini enn á dagstovnunum. Foreldur hava altíð møguleika at venda sær til Sernámsdepilin, um tey meta, at okkurt er áfatt, sigur Marita Petersen.
Undanfarin ár hevur eisini verið møguleiki hjá foreldrum og fakfólki at koma og tosa við starvsfólkini í Sernámsdeplinum um ivaspurningar í sambandi við børn. Henda ráðgevingin verður kallað tann opna ráðgevingin og ætlanin er at halda fram við skipanini.
- Í ráðgevingini eru ein pedagogur og ein talilærari. So kann tað vera at tey ráða foreldrunum ella starvsfólkunum á stovnunum á fara víðari við fyrispurningunum. Hetta hevur verið ein royndarskipan og royndirnar vit hava higartil eru ógvuliga góðar, sigur Marita Petersen.










