Sett er á heystið, og hin 17. oktobur – tá heystfrítíðin er farin at halla – hevur Vágs kirkja tiltakið “Orgultónar og frásøgn” á skránni. – Tað er Jóannes Nolsøe, sum kemur at spæla og greiða frá.
Umframt at bera dám av sjálvum heystinum verður m.a. tónleikur av meistarunum báðum Bach (tað vælkenda Air) og Mozart at hoyra . Av øðrum kann nevnast tvey Beatles løg og lagið til ‘Tir n’a noir’. Hetta seinra – Tir n’a noir – framførdi navnframa Eivør Pálsdóttir saman við norska bólkinum Vamp fyri fýra árum síðani.
Eitt vet av filmstónleiki stendur eisini á skránni. ‘Gabriels obo’ er tónleikur úr filminum ‘The mission’ frá 1986, sum bretin Robert Boll skrivaði handritið til.
Tónleikaløtan byrjar kl. 16 leygardagin í Vágs Kirkju og varir umleið 45 min.










