Orðið valdstøka verður nú viðurkent og kann brúkast á sama hátt sum orðið neyðtøka.
Hetta upplýsir Málráðið á heimasíðu síni, har tað stendur skrivað, at Málstovan hevur lagt orðið valdstøka aftrat Nýggjorðalistanum á malrad.fo.
– Hugtøkini neyðtøka og valdstøka verða málsliga javnsett, og bæði verða við í Stavsetingarorðabókini, sum er í gerð, sigur Málráðið.
Kjak hevur áður verið um orðið neyðtøka, sum summi meta vera óhóskandi fyri tað, sum orðið merkir. Í tí smabandi hevur so verið skotið upp at brúka orðið valdstøka í staðin, og tað hevur Málráðið eftir øllum at døma tikið til eftirtektar nú.