Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, atkvøddi í morgun á tjóðartingsvalinum í landinum á einum valstaði í høvuðsstaðnum í landinum, Budapest.
Tað veit Reuters at siga frá.
Í hesum sambandi sigur hann, at fólksins avgerð á valinum skal virðast og at hann er komin fyri at vinna.
Orbán, sum hevur sitið við valdið síðani 2010, roynir at verða afturvaldur á valinum í dag.
Hann er avbjóðaður av Peter Magyar úr miðhøgra flokkinum Tisza.
Meiningakanningar seinastu vikurnar hava víst, at flokkurin hjá Orbán, Fidesz, er millum sjey og níggju prosentstig aftanfyri framsøkna miðhøgraflokkin Tisza.
Tisza stendur við millum 38 og 41 prosent av atkvøðunum í nýggjastu veljarakanningini.
Valstøðini lata upp klokkan 6 og stongja klokkan 19. Veljararnir skulu velja umboð til teir 199 sessirnar á tingi.
/Ritzau/











