Orð, ið fáa hjarta at buka

Petur Pólson yrkjari, rithøvundur og tónleikari dámar list, ið rørir hann og fær hjartað at buka. Men honum dámar eisini væl gott handverk, vit hava biðið hann valt fimm teir bestu rithøvundarnar, ið hann hevur lisið.

Fimm tær bestu Petur Pólsson
 
Petur Pólson er fjøllbroyttur listamaður. Hann hevur vunnið Prix Føroyar við Clickhaze og luttikið í Prix Føroyar finaluni við Visible Fish. Hann hevur givið tónleik út við báðum hesum bólkum, og í fjør gav hann fyrstu fløguna út sum einstaklingur. Fløgan Koma varð sera væl móttikin av ummælarum og er í uppskoti til planetina fyri bestu fløgu.
 
Fyrst og fremst yrkjari
Men Petur er fyrst og fremst yrkjari. Átta ár eru liðin, síðan Petur vann M.A. Jacobsens heiðurslønina fyri fagrar bókmentir við yrkingasavninum Ongin sól er til (1997). Hann hevur umframt hetta savn givið trý onnur yrkingasøvn út, Afturvendandi endurspeglingar av komandi dreyum (1994), Guru (1999) og Persona non Grata (2001). Petur hevur eisini skriva leikrit til sjónleik og er á heimasíðu síni virkin klummuskrivari. Á fløgunum, ið Petur hevur luttikið á, hava tekstirnir altíð týdningarmiklan leiklut.
 
Bókmentir hava ment hann
Bókmentir hava ein týdningarmiklan leiklut í lívinum hjá Peturi. Hann hevur frá ungum árum lisið nógv, og bókmentir hava verið við til at skapa hansara lívs- og menniskjaáskoðan.
Petur sigur, at fyri hann er eitt standard kriterii fyri at dáma list, at hon rørir hann onkursvegna. Hetta er galdandi fyri tónleik eins væl og bókmentir. Men Petur er eisini greiður yvir, at hetta kann gera, at hann missur nógvar góðar listarligar upplivingar, tí tað kann gott vera væl skrivað uttan at røra serliga nógv. Ja, tað kann vera øgiliga gott uttan at røra.
 
Fimm teir bestu
Vit hava spurt Petur hvørjar fimm rithøvundar, hann metur vera teir bestu. Hann svaraði næstan uttan at umráða seg, og var kvikur at finna tey fimm nøvnini. Petur hevur valt fimm rithøvundar, allir eru mannfólk, allir eru deyðir og allir háttvirdir í øllum førum eftir deyða sín.
 
Charles Bukowski, 1920-1994
Bukowski er tann ultimativa røddin. Hann er taparin, bumsurin sum er sannleikin. Eg haldi, at hann er ektaður og erligur, Hann hevur ikki nakran pátiknan stórleika, og hann hatar sentimentalitet. Sentimentalitetur er eitt ræðuligt banniorð fyri Bukowski. Men tá hann var fullur og veruliga var uppi at koyra, so gjørdist hann sjálvur øgiliga melodramistkur. Hann lýsir øgiliga væl tað, sum samfelagi heldur vera tað ljóta. Hansara skaldskapur er øgiliga persónligur, hann dyrkar alla tíðina seg sjálvan í skaldskapinum.
 
Franz Kafka, 1883-1924
Eg var 14 ár, tá eg læs Kafka. Hann rakti meg við tankanum um fremmandagerð og isolatión av individinum í einum andlitsleysum bureukratiið, sum er úti eftir tær, uttan at tú veist hví. Hetta er totalt paranoia. Eg var bara ein smádrongur, tá eg læs hetta, og eg var raktur hart av tí.
 
William S. Burroughs 1914-1997
Kanska serliga í Naked Lunch og Junkie fer Burroughs inn í skuggasíðirnar av lívinum. Hetta eru lýsingar av tí, ið samfelagið hevur avgjørt er vemmiligt. Hann lýsir hetta ótrúliga væl, og vísir hjarta og humanitetin í tí. Hann gav eina bók sum Junkie út í tíðini, tá McCarthy veiddi kommunistar í USA, tí var timeingin ótrúlig. Burroughs dreygar tankarnar inn á tað, sum fólk forkasta ella elska ella bæði. Hann fortelur tað nakið. Burroughs brýtur frá Bukowski, við at hann er av ríkari familju og er ein luksus njótari. Hann dyrkar heldur ikki seg sjálvan á sama hátt sum Bukowski, men lýsir heldur eitt heilt fólkaslag.
 
 
Fjodor Dostojevskij, 1821-1881
Eg fái ikki sagt nokk um Dostojevskij. Hann er tann størsti. Hetta er eisini ein rithøvundur, ið eg læs alt ov ungur. Eg hevði lisið samlaðu verkini hjá Dostojevskij, áðrenn eg skrivaði Ongin sól er til. Hann hevur ávirkað meg meira enn nakar annar rithøvundur. Hann hevur ávirkað mína tankagongd og mítt menniskjasýn. Hann tekur tragediuna bæði tí persónligu og tí samfelagsligu og lýsir hana rørandi. Hann er so fantastiska menniskjasligur. Mær dámar eisini væl, mátan hann skrivar. Hann hevði stenograf, og tú merkir í brotum í bókunum, hvussu hann gongur og stunar á gólvinum, meðan hann skrivar. Tað dámar mær væl.
 
 
 
Ernest Hemmingway 1899-1961
Ernest Hemmingway er kanska tann av teimum rithøvundunum, sum mær dámar, sum rørir meg minst. Men listarliga í útrykki og stíli er hann fantastiska ótrúligur. Serliga stuttsøgurnar eru væl skrivaðar. Hann er inniligur og nærverðandi, men hann fær ikki ordiliga hjarta hjá mær at buka. Men tað kemst ikki uttan um, at  hann skrivar heilt fantastiskt.