Optikbúðin í nýggjum handilshølum

Leygardagin 19. november letur Optikbúðin í Havn upp í nýggjum bygningi í Bøgøtu 5.

Optikbúðin lat fyrstu ferð upp í Bøgøtu 2 í 1988, seinni varð flutt í Bøgøtu 4, og nú letur handilin so upp í nýggjum bygningi í Bøgøtu 5.

Húsini eru í tveimum hæddum, her hvør hæddin er umleið 90 fermetrar + loftið, ið er 60 fermetrar, tey skulu nýtast sum bæði handil og bústaður. Húsini eru bygd á økið, har bakaríið í Horni var fyri nógvum árum síðum.

Tað eru Una og Poul Einar Kruse, sum eiga og reka Optikbúðina. Móttøka verður í handlinum leygardagin frá kl. 12-15.


Myndatekstur:

Starvsfólkini í Optikbúðini, f.v.: Annika Hjaltalin, Rósmari Hellisdal, og Una og Poul Einar Kruse. Elvira Thomsen vantar á myndini.

Mynd: Magnus Gunnarsson