Oprah gevur amerikanarum - Obama-fepur

Um vikuskiftið komu 18.500 fólk á veljarafund hjá Barrack Obama, men tað var tó ikki hann, sum var høvuðspersónurin

-Á Guð, har er hon! Hygg!

 

Fólk tustu av húsum um vikuskiftið, tá demokratiski senatorurin Barrack Obama helt veljarafund í statinum Iowa. Tá dyrnar fóru aftur, vóru ikki færri enn 18.500 fólk komin á fundin, og so nógv fólk hava ikki verið á veljarafundi í Iowa í hesum valstríðnum fyrr.

 

So kom høvuðspersónurin á pallin - ikki Barrack Obama, men sjónvarpskvinnan Oprah Winfrey, sum av álvara er farin at hjálpa Obama í dystinum við Hillary Clinton.

 

-Stundum eri eg hørm um tað, sum hendir í landi okkara, og tí kenni eg tað sum eina skyldu at styðja mannin, sum eftir mínum tykki hevur eina heilt nýggja kós til Amerika, segði Oprah Winfrey. Meiri fekk hon heldur ikki sagt fyri fagnaðinum frá teirri stóru áhoyrarafjøldini.

 

-Tíðin er komin, til at vit fáa ein svartan forseta, rópti sjónvarpskvinnan, tá hon aftur fekk ljóð.

 

Oprah Winfrey er uttan iva ein av teimum kvinnunum, sum hava sera stóra ávirkan á amerikanarar, men eygleiðarar ivast í, hvat Barrack Obama veruliga kann fáa burtur úr hjálp hennara. Teir vísa á, at Oprah Winfrey hevur ikki serliga stóra ávirkan á kallkynið, og tá tað serliga eru menn, sum atkvøða á uppstillingarvalunum í USA, er týdningur hennara avmarkaður, halda eygleiðararnir.